Trot á starvsfólki ger at tey fáa ikki hjálpt fleiri fólkum

- Trý útlendsk starvsfólk hava gist á stovninum, men tað er ikki óvanligt

Myndin er frá Almannaverkinum
Áki Bertholdsen
1. juli 2024 kl. 10:35

Skálagarður, sum er nýggja heimið í Klaksvík fyri fólk við heilaskaða, stendur meiri enn hálvtómt.

Tað ásannar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, nú Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna, hevur spurt hana um viðurskiftini á Skálagarði.

Tað er pláss fyri 15 fólkum á Skálagarði og mett varð, at hetta krevur minst 24 starvsfólk.

Men í løtuni eru bara seks fólk við heilaskaða, á heiminum. Fýra av teimum búgva fast á Skálagarði, men hini bæði hava fyribils bústað har og har kunnu tey verða í hálvtannað ár.

Somuleiðis er trý pláss á Skálagarði til umlætting, men í løtuni er eingin til umlætting.

Orsøkin til at Skálagarður stendur meiri enn hálvtómur, er ikki tí, at ongin tørvur er at sleppa inn.

Sirið Stenberg sigur, at orsøkin er rætt og slætt tann at tey mangla starvsfólk og tí kunnu tey ikki taka fleiri fólk inn.

Sirið Stenberg sigur, at í løtuni eru tvey fólk við heilaskaða á bíðilista til at sleppa inn á Skálagarði. Harumframt er eitt fólk afturat á bíðilista bíðilista í sambandi við fyribils bústað.

Hon sigur, at tað er vanligt at slíkir stovnar verða bygdir so líðandi, men tað veldst eisini um, hvussu tað hilnast at fáa starvsfólk.

– Tað er eingin loyna, at tað er ringt at fáa útbúgvin starvsfólk, serlig á økjum, har tað er kapping um starvsfólk, sigur Sirið Stenberg. Serliga um summarið er tað ringt at fáa starvsfólk, tí tá er feriutíð.

Hon sigur eisini, at 17. juni byrjaðu trý donsk starvsfólk á Skálagarði. Fyribils vórðu tey sett í tvær vikur, ella juni mánað út.

Av tí, at tað eru so fá fólk á Skálagarði, stendur øll tann ovara hæddin tóm og tey trý útlendskustarvsfólkini, hava gist har.

– Tá ið tað er stutt ímillum vaktirnar, er tað ikki óvanligt, at starvsfólk sova í tómum kømrum og soleiðis hevur eisini verið, áðrenn donsku starvsfólkini  vórðu settir at arbeiða í summarfrítíðini, sigur landsstýriskvinnan.

Annars hava vit fingið upplýst at í løtuni eru 12 í føstum starvi á Skálagarði, umframt fimm avloysarar, ið, at kalla, eru til arbeiðis hvønn dag. Harafturat eru tey trý starvsfólkini úr Danmark.

Tá ið mest var av starvsfólki, vóru fimm á morgunvaktini, fýra á kvøldvakt og so tvær nattarvaktir.

Sagt verður, at tá gekk arbeiðið heilt gott, men talan er um strævið arbeiði, bæði likamliga og sálarliga. Av tí sama eru fleiri starvsfólk givin tí tey orkaðu ikki meiri.