Tróndur hevur slitið krossbandið

Í fyrsta landskappingardystinum á Argjum, fór afturkomni Tróndur Jensen skaddur av vøllinum í seinna hálvleiki. Nú vísa kanningarnar, at Tróndur hevur slitið krossbandið í høgra knæ. Hetta merkir, at hann má sita uttanfyri alt kappingarárið

Tróndur Jensen í dysti móti Linfield. (Mynd: Press Eye/William Cherry)
Sigurjón Einarsson
17. mars 2022 kl. 10:47

Tróndur Jensen spældi farna kappingarár við NSÍ, men vendi, undan hesum kappingarárinum, aftur til barndómsfelagið, HB.

Her var ætlanin, at hann skuldi hava ein stóran leiklut sum spæliskiparin á HB-miðvøllinum, men nú má HB klára seg uttan bólttrygga miðvallarin, tí Tróndur er úti við skaða restina av kappingarárinum vegna eitt slitið krossband.

Í fyrsta landskappingardystinum á Argjum, var hann óheppin, og fór skaddur av vøllinum í seinna hálvleiki. Kanningarnar vísa, at hann hevur slitið krossbandið í høgra knæ.

– Eg var so óheppin í einum nærdysti, at fóturin stóð fastur í vøllinum, tá eg skuldi venda mær. Eg merkti beinanvegin, at har var okkurt galið, hóast pínan ikki var so ógvuslig. Hetta er so óheppið, sum tað kann vera, sigur Tróndur við heimasíðuna hjá HB.

Tróndur skal fyrst undir skurð, og síðan byrjar ein long og hørð endurvenjing. 

– Eg byrji at venja aftur, tá knæðið heldur til tað. Í 2019 sleit eg krossbandið í vinstra knæ, so eg veit hvat skal til, fyri at eg kann koma aftur á vøllin. Tað verður hart og strævið, men eg gevi tí ein kjans, sigur Tróndur. 

Heimasíðan hjá HB skrivar, at hóast kappingarárið hjá Trónda hevur fingið ein bráðan enda, næstan áðrenn tað er byrjað, so verður hann knýttur at venjaratoyminum.