Fyrr í kvøld vóru tíðindini, at Marius Kryger Lindh, sum tvey tey seinastu árini hevur verið góður AB spælari, nú fer at spæla við B36.
AB fer í 2024 at spæla í 1. deild, og nú er greitt, at verjuspælarin Tróndur J. á Høvdanum eisini í 2024 fer at spæla við AB.
Argja Bóltfelag skrivar soleiðis í kvøld:
Ein av okkara heilt støðugu og álítandi leikarum er eisini við í komandi kappingarári. Tróndur á Høvdanum hevur skrivað nýggjan sáttmála við AB, ið er galdandi fyri kappingarárið 2024.
Tróndur er uppvaksin í Víkingi, men flutti á Argir í 2020, har hann sama ár kom at spæla við AB. Síðani er tað blivið til 48 dystir í Betrideildini fyri AB.
Tróndur kann spæla á øllum plássum í verjuni, og hóast hann er blivin 28 ára gamal, so hevur hann ment seg til ein ógvuliga skilagóðan og støðugan verjuleikara, ið er sera týdningarmikil fyri okkum.
Tróndur verður upptikin av privatum viðurskiftum ein part av fyrru árshálvu, men frá í mai mánaði verður hann í øllum førum 100% við á jøvnum føti við liðfelagarnar - møguliga fyrr.
Til lukku við nýggja sáttmálanum, Tróndur, skrivar AB í kvøld.