Tilnevningarnar til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins eru í dag kunngjørdar, og millum tey tilnevndu er føroyski Tróndur Bogason.
Hesum boðar Norðurlandaráðið frá í dag.
- 12 verk eru í uppskoti til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024 fyri sítt høga listarliga støði. Her eru album við djass- og fólkatónleiki, umframt filmstónleikur, symfoniir og konsertir, sum eru skapt av tónleikarum úr øllum Norðurlondum, skrivar Norðurlandaráðið.
- Ársins tilnevningar geva okkum møguleikan at fordjúpa okkum í eina breiða tematiska palett av norðurlendskum tónleiki við millum øðrum einum 20 minutta orkesturverki, sum lýsir tey seinastu umleið 600 milliónur ára náttúruríkidømi og útdeyða, eitt Grammy-vinnandi album frá mest stroymda listafólkinum úr Íslandi, og eitt verk, sum er ein altíð livandi listarlig skipan, umframt nógvar aðrar líka týdningarmiklar tilnevningar.
Vinnarin verður avdúkaður 22. oktobur
Her eru tey tilnevndu:
Danmark
Apolonia Apolonia filmscore av Jonas Struck
Om Lys og Lethed av Rune Glerup
Finnland
Extinctions av Cecilia Damström
Føroyar
Symfoni nr. 1 & 2 Sólárið av Tróndur Bogason
Ísland
The Gospel of Mary av Hugi Guðmundsson
Noreg