TROM undansýning í Løkshøll fyri innbodnum

Sunnudagin 13. februar klokkan 18:30 verða allir seks partarnir í nýggju krimirøðini TROM at síggja í Havnar Bio, men dagin fyri verður ein undansýning í Løkshøll í Runavík fyri innbodnum

Sigurjón Einarsson
10. februar 2022 kl. 12:45

Leygardagin 12. februar er Løkshøll karmur um stásiliga undanmarathonsýning av fyrstu føroysku sendirøðini, TROM.

Eysturkommuna og Runavíkar kommuna, sum hava stuðlað verkætlanini, eru samvertir fyri sýningini, sum er fyri innbodnum - leikarum í sendirøðini og manning annars. 

Á býráðsfundi 24 juni 2021 bleiv samtykt, at Runavíkar kommuna stuðlaði TROM verkætlanini við 250.000 krónum. 

Eftir vælkomu verða tríggir teir fyrstu partarnir sýndir. Síðani er ábit, og høvi verður at heilsa upp á fólkini handan røðina. Síðan verða tríggir teir seinastu partarnir vístir.

Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at kommunan og Eysturkommuna fegnast um, at verkætlanin Trom nú er veruleiki, og at hesar kommunurnar kundu vera eitt klípi í stóru altjóða verkætlanini.

Upptøkurnar við TROM vórðu gjørdar í fjør vár og summar.

Hvør partur er 40 minuttir.

Her er ein longri brellbiti av TROM: