- Sjálvt um hetta ikki er tann størsti filmsfestivalurin, so hevur ein slík viðurkenning øgiliga stóran týdning í tí stóru myndini. Fyrst og fremst er talan um eitt stórt herðaklapp fyri Gudmund Helmsdal Nielsen sjálvan og tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt við filminum, og so hevur tað eisini týdning fyri føroyska filmsvinnu.
Tað sigur Tina í Dali Wagner, leiðari í Filmshúsinum, tá Dimmalætting ringir fyri at fáa hennara viðmerking til, at filmurin Trøllabeiggi, sum Gudmund Helmsdal hevur leikstjórnað, og sum hann hevur skrivað saman við Rakel Helmsdal og Tórfinni Jákupssyni, hevur vunnið virðisløn sum besti stuttfilmur.
Tine í Dali Wagner gjørdist leiðari í Filmshúsinum tíðliga í 2018, og líka síðan hevur hon arbeitt við einari strategi um, at føroyskir filmar skulu út á heimsmarknaðin. Tað koma teir ikki av sær sjálvum, og tí er neyðugt at teir vera meldaðir til “kappingar” ella festivalar ymsastaðni kring heimin.
- Gudmund hevur so meldað sín film, Trøllabeiggi, til hendan festivalin og til onkrar aðrar, men tað sigur seg sjálvt, at vit byrja ikki við at melda til teir heilt stóru festivalarnar. Tá tað er sagt, so hava hesir festivalarnir stóran týdning fyri teir filmar, sum eru við, og tað, at Trøllabeiggi nú fær virðisløn sum besti stuttfilmur merkir bara, at har eru fólk, sum hava hugt eftir honum og eru so væl nøgd við tað, sum tey hava sæð, at tey halda, at filmurin skal hava fyrstu virðisløn, greiðir Tina í Dali Wagner frá.
Tá hon verður biðin um at útgreina týdningin av hesari virðislønini sigur hon:
- Tað sum man skal hava í huga er, at tað altíð hevur týdning fyri ein filmsframleiðara, at hann klárar seg væl. Og ein slíkur heiður hevur nógv at siga á einum CV’ið. Tað hevur tað eisini fyri Gudmund Helmsdal, tí næstu ferð hann fer út við einum filmi, so kann hann skriva, at hann hevur verið við á øðrum filmsfestivalum. Men hann kann eisini skriva, at hann hevur vunnið á hesum festivalinum, sigur Tina í Dali Wagner.
Men sigurin hevur eisini týdning fyri aðrara føroyskar filmsframleiðarar. Tí hann vísir, at tað hevur týdning at fáa føroyskt framleiddar filmar út á heimsmarknaðin.
- Tað er hetta, sum vit skulu fara eftir. Okkara yvirliggjari skal flytast frá, at “succeskriteriið” er, at ein filmur er vístur tvær ferðir í Havnar bio til, at fólk aðrastaðni í heiminum sleppa at síggja hann. Føroyar eru eitt øgiliga lítið filmsland, sum fá eygu eru á, og tí hevur tað týdning at vit sjálvi gera vart við okkum. Tað kunnu vit millum annað gera við at gera sum Gudmund Helmsdal og melda til filmsfestivalar kring heimin, sigur Tina í Dali Wagner.
Trøllabeiggi er sum sagt ein stuttfilmur, sum er 30 minuttir langur, og hann snýr seg um tveir beiggjar, sum búgva einsamallir og sum royna at bjarga garðinum og sambandinum eftir at eldri beiggi teirra brádliga doyr. Filmurin er upptikin ymsastaðni í Føroyum. Ein partur er upptikin á Trøllanesi, og annars er hann upptikin í Saksun, Nólsoy, í Vági og í tí sum av onkrum verður kallað "Gomlu" Hoyvík. Tað eru Búi Dam og Nikolaj Falck, sum spæla leiklutirnar sum beiggjarnir.
Dimmalætting fekk orð á Gudmund Helmsdal í kvøld, og hann er sum vera man fegin um heiðurin.
- Í føroyskum mátistokki er tað altíð stórt at vinna virðislønir uttanlands. Hetta er ikki í klassa við teir heilt stóru festivalarnar, men teir eru stórir fyri tað. Allir festivalar fáa fleiri enn 1.000 filmar inn, so tað sigur eitt sindur, greiðir Gudmund Helmsdal frá.
Síðan oktober í fjør hevur hann sent út til nógvar festivalar, og higartil hava umleið helvtin tikið filmin við. Tað er gott fyri ein stuttfilm uppá 30 minuttir. Og hann er fegin um heiðurin:
- Eg eri sera væl nøgdur og super glaður. Men eg vil gjarna vinna ein av teimum uppaftur størru festivalunum, har eg eri tilnevndur. Tað eri eg til tveir higartil: Beverly Hills Film Festival og Julien Dubuque IFF í Iowa, umframt Venice Shorts í Venedig. Men sjálvani er tað øgiliga gott, at hann vinnur festivalar, har hann er tilnevndur, sigur Gudmund Helmsdal.