Trine Bramsen flytur í annan ráðharrasess

Danski verjumálaráðharrin fer í dag í annan ráðharrasess. Hon verður nýggjur flutningsmálaráðharri. Sostatt verður tað ikki sum verjumálaráðharri, at hon kemur til Føroya - ein ferð, sum bleiv útsett ikki minni enn fýra ferðir

Sigurjón Einarsson
4. februar 2022 kl. 10:20

Tað hevur verið nógv skrivað um danska verjumálaráðharran, Trine Bramsen og hennara ætlaðu Føroyavitjan, sum er blivin útsett, útsett, útsett og so aftur útsett í desember í fjør, tá hon fór í sóttarhald.

Men nú er greitt, at Trine Bramsen ikki kemur til Føroya – í hvørt fall ikki sum verjumálaráðharri.

Danska TV 2 skrivar í morgun, at forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, í dag fer at gera broytingar í ráðharraembætunum, nú Benny Engelbrecht valdi at takka fyri seg sum flutningsmálaráðharri, eftir at fleiri flokkar ikki longur høvdu álit á honum.

TV 2 skrivar, at núverandi verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, fer at taka við sum nýggjur flutningsmálaráðharri.

Í alt verða tríggir broytingar gjørdar í ráðharraembætunum. Trine Bramsen verður sum sagt nýggjur flutningsmálaráðharri, Jeppe Bruus verður skattamálaráðharri og tað áhugaverda í føroyskum eygum verður, at Morten Bødskov verður nýggjur verjumálaráðharri.

Og so er spurningurin, um hann fer at seta eina Føroyavitjan á skrá, fyri at viðgera radaran á Sornfelli og trygdarpolitikk annars.

Føroyavitjanin, sum bleiv av ongum
Nú skjótt fyrrverandi verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, hevði ikki eydnuna við sær, tá hon eftir ætlan skuldi koma á sjarmuferð til Føroya.

Fyrstu ferð skuldi hon koma í januar í fjør, men tá spenti koronustøðan og sóttarhaldsreglur bein fyri, so ferðin bleiv av ongum.

Í juni í fjør var hon á veg til Føroya við flogfari, men flogfarið hjá donsku verjuni fekk ikki sett seg í Vágum fyri veður og vendi aftur til Danmarkar.

So skuldi hon koma í august, men tá kom spenta støðan í Afganistan í vegin.

Seinasta og fjórða ferðin bleiv so sett á skrá fyrst í desember í fjør, men tá hevði Trine Bramsen verið í tøttum sambandi við ein, sum var smittaður við koronu, og fór sostatt í sóttarhald.

Men heldur enn at leggja ætlanir, nær tað næstu ferð fer at liggja fyri at koma til Føroya, so fer Trine Bramsen nú at rokna út, hvussu danir millum annað kunnu skerja sítt CO2-útlát.

Tað var millum annað hetta, sum í síðsta enda var viðvirkandi til, at flokkarnir ikki longur høvdu álit á Benny Engelbrecht.