Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur í dag gjørt avtalu við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, Karl H. Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, um at hesar tríggjar kommunur skulu veita fólkabókasavnstænastur til hinar kommunurnar í landinum.
"Avtalan um fólkabókasavnstæanstur tryggjar, at allir borgarar í landinum fáa atgongd til fólkabókasavnstænastur, og tað eri eg serstakliga fegin um", sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Nýggja bókasavnslógin ásetur, at allar kommunur í landinum hava skyldu at veita fólkabókasavnstænastur. Kommunur, ið ikki hava egið fólkabókasavn, ella hava eitt fólkabókasavn, har einki starvsfólk hevur hægri bókasavnsfakliga útbúgving ella bókavarðaútbúgving, skulu sambært bókasavnslógini gera avtalu við aðra kommunu um at veita fólkabókasavnstænastu. Tænasturnar fevna um ráðgeving um bókasavnsrakstur, bókasavnsskipanir, skráseting, innkeyp, kassatión, klassifikatión, leiting, vegleiðing, meting av tilfari og keldum og miðlan av bókmentaligum tilfari.
Landið letur í alt 2,010 mió. kr. í stuðli til skipan av samstarvi millum kommunur um fólkabókasavnstænastur. Stuðulin verður latin við heimild í § 10 í bókasavnslógini. Stuðulin verður veittur Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu og Runavíkar kommunu afturfyri at kommunurnar gera avtalu við hinar kommunurnar í landinum, um at veita og menna fólkabókasavnstænastu í hesum kommununum. Avtalurnar við hinar kommunurnar verða gjørdar í næstum.