Tríggjar lyklauppgerðir vera næstu seks vikurnar

Higartil er tað bara KÍ, sum einaferð hevur lagt rygg til tap ímóti øðrum enn teimum í toppinum

Jóannes Hansen
26. mai 2024 kl. 23:13

Í dag vóru tveir teir síðstu dystirnir í 11. umfari í bestu landskappingini. KÍ vann trivaligan favorittsigur á heimavølli ímóti B68. Úrslitið var 4-0, og tað kann fara at vísa seg at vera týdningarmikið, at tað eydnaðist klaksvíkingum at skjóta nógv mál. KÍ er trý stig aftanfyri Víking og HB, og málmunurin hjá Víkingi er væl betri, enn hann er hjá hinum báðum FM biðlunum.

Málmunurin hjá Víkingi er +25, hjá KÍ er hann +17, og hjá HB er hann +16.

Viðhvørt leypur tað ikki so nógv av, tá ið toppliðini hitta eitt av hinum liðunum. Dømi um tað var í gjár, tá ið HB á heimavølli vann 1-0 ímóti ÍF. Tá ið tað er so tepurt, kann tað væl koppa skeiva vegin.

Higartil er tað bara KÍ av teimum trimum fremstu, sum hevur tapt ímóti øðrum enn Víkingi og HB. Tað var í øðrum umfari, tá ið B36 vann 2-0 á heimavølli ímóti meistarunum.

Síðani hevur KÍ eisini tapt 1-0 á útivøli ímóti HB, Víkingur hevur tapt 2-1 í Klaksvík, og HB hevur tapt 2-1 í Gøtu.

Um gongdin verður tann sama, sum hon higartil hevur verið, so eru tríggir lykladystir í FM stríðnum fram ímóti summarsteðginum. Tann fyrsti verður nú sunnudagin, tá ið KÍ á norðoyastevnu fær vitjan av Víkingi. Tann næsti verður sunnudagin 23. juni, tá ið KÍ fer aftur í Gundadal at royna seg ímóti HB, og í síðsta umfarinum undan summarsteðginum fer HB enn einaferð at royna seg á útivølli ímóti Víkingi. Tað verður hóskvøldið 4. juli.

Longu mikukvøldið verður týdningarmikil millum HB og Víking, tá ið fyrra hálvfinalan í steypakappingini verður í Gundadali.

Hóast B36 leygarkvøldið var fyri enn einum stórum vónbroti, tá ið árstalsfelagið misti 2-0 leiðslu, og NSÍ snaraði øllum á høvdi og javnaði til 2-2, so eigur B36 at vera stórur favorittur, tá ið fyrra hálvfinalan í steypakappingini millum TB og B36 verður við Stórá í Trongisvági.

Í dag vann EB/Streymur trivaligan 3-0 sigur á heimavølli ímóti Skála. Hetta var annar sigurin hjá EB/Streymi í ár. Tann fyrsti var á summarmála, tá ið EB/Streymur við Margáir vann 5-0 ímóti ÍF.

Úrslitið við Margáir í dag ber við sær, at EB/Streymur við sjey stigum er fýra stig undan teimum báðum undir strikuni – B68 og ÍF. Leygardagin fær B68 vitjan av EB/Streymi, og leygarkvøldið fær Skála vitjan av ÍF.

 

KÍ – B68 4-0 (1-0)

1-0: Pætur J. Petersen 45.

2-0: Páll A. Klettskarð 46.

3-0: Páll A. Klettskarð 67.

4-0: Jonn Johannesen 69.

Dómari: Rani A. Skaalum

 

EB/Streymur – Skála 3-0 (1-0)

1-0: Emil Weihe Joensen 42.

2-0: Jens Erik Bruhn 50.

3-0: Suni Herman Petersen 52.

Víkingur

11

10

0

1

32

7

30

HB

11

10

0

1

23

7

30

11

9

0

2

24

7

27

NSÍ

11

6

1

4

22

16

19

B36

11

4

3

4

19

17

15

07 Vestur

11

4

2

5

14

22

14

Skála

11

3

1

7

13

21

10

EB/Streymur

11

2

1

8

13

19

7

B68

11

0

3

8

6

23

3

ÍF

11

0

3

8

9

36

3

LØGMANSSTEYPIÐ

Mikudagin 29. mai

Fyrra hálvfinala

HB – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 18.30

TB – B36: Heini Ziskason Viðoy kl. 16.30

12. umfar

Leygardagin 1. juni

B68 – EB/Streymur: kl. 17.00

Skála – ÍF: Rúni Olsen kl. 19.00

Sunnudagin 2. juni

KÍ – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 15.15

NSÍ – HB: Heini Ziskason Viðoy kl. 17.00

B36 – 07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 15.00