Tríggjar klummukonur heldur enn tvær

Summarfrítíðin er av og klummkonurnar eru komnar aftur. Nú eru tær tríggjar heldur enn tvær

Sveinur Tróndarson
21. august 2020 kl. 08:10

Sum gløggi lesarin ivaleyst hevur varnast, vóru tær báðar, sum skriva klummuna í Dimmalætting, í summarfrí í juli mánað. Men nú tær eru byrjaðar aftur, eru tær tríggjar heldur enn tvær.

Karin Kjølbro og Poulina Slættanes, sum hava verið fastir klummuskrivarar fyri blaðið seinastu árini, hava nú fingið Súsonnu Tórgarð afturat sær, og tær fara at skiftast um at skriva. Súsanna Tórgarð er kend í samfelag okkara. Hon er sjónleikari, leikstjóri og háskúlalærari.

Fyrsta íkasti hjá Súsonnu er í blaðnum í dag, og vit ynskja henni vælkomnari.