Friðarheiðurslønin hjá Nobel fór í ár til tann fongslaði mannarættindastríðsmannin, Ales Bjaljatski, úr Belarus, umframt tann russiska felagsskapin Memorial og tann ukrainska felagsskapin Ukrainian Center for Civil Liberties. Hesum boðar norska nevndin hjá Nobel frá.
Sambært norsku nevndini hjá Nobel hava allir vinnararnir tað í felag, at teir berjast ímóti militarismu og fyri frælsisrættindum í grannalondunum Belarus, Russland og Ukraina.
- Vinnararnir í ár umboðaða sivilsamfelagið í teirra heimlandið. Vinnararnir hava í mong ár promovera rættin til at finnast at valdinum og verja grundleggjandi rættindi hjá borgarunum, sigur norska nevndin hjá Nobel.
Ársins vinnararnir hava allir tað í felag, at teir arbeiða undir einum stórum trýsti frá teimum, sum teir arbeiða ímóti. Millum annað hevur russiski felagsskapurin Memorial, ið er kendasti mannarættindahjálparfelagsskapurin í Russlandi, kempa fyri politiskum fangum og útsettum bólkum í Russlandi.
Eisini tann 60 ára gamli mannarættindastríðsmaðurin, Ales Bjaljatskі, hevur møtt mótstøðu frá sínum valdsharrum í heimlandinum. Í 1996 setti Ales Bjaljatskі felagsskapin Viasna á stovn. Felagsskapurin var eitt aftursvar til stýrið hjá Aleksander Lukasjenko, ið á ógvusligan hátt bardi niður mótmælisfólk í Belarus. Mannarættindastríðsmaðurin sat í fongsli frá 2011 fram til 2014, og í 2020 var hann aftur handtikin og fongslaður fyri at enn einaferð at luttaka í mótmælisgongum móti stjórnini hjá Aleksander Lukasjenko.
Tann triði vinnarin – tann ukrainski felagsskapurin Ukrainian Center for Civil Liberties - var settur á stovn við tí fyri eyga at styrkja fólkaræði og mannarættindini í Ukraina. Hóast trýst frá myndugleikunum hevur felagsskapurin megnað at hildið fast í sínum byrjanarhugsjónum. Haraftrat hevur felagsskapurin eisini verið við til at dokumentera russisk krígsbrotsverk, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar.