Tað gekk hjá ÍF eftir uppflytingina at halda tørn um plássið í bestu deildini. ÍF endaði á áttanda plássi við 20 stigum og tvey stig omanfyri niðurflytingar strikuna.
Ofta verður tikið til, og hagtølini siga, at tað er ikki so lítið í tí, at annað árið eftir uppflyting kennist at vera serliga stór avbjóðing.
Fuglfirðingar eru av álvara farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Nú er nakað síðani, at tað var greitt, at Alex Jovevic fer at halda fram sum venjari, og í adventini vórðu sáttmálar undirskrivaðir við fleiri spælarar.
Størstu tíðindini vóru, at Uros Stojanov nú fer aftur at spæla við ÍF. Tað var á ÍF liðnum, at Uros Stojanov í 2019 fyrstu ferð spældi í føroysku kappingini og av álvara gjørdi um seg. Tá var hann saman við Klæminti A. Olsen í NSÍ toppskjútti við 17 málum, og ÍF endaði á sætta plássi. Í summarsteðginum í 2021 flutti Uros til B36, og síðani gekk tað ikki væl hjá honum og ÍF.
Eftir eisini at hava verið á Skála og í 07 Vestur er Uros aftur í Fuglafirði. Millum liðfelagarnar eru Gundur E. Petersen og Karl Løkin, sum áður hava verið liðfelagar hjá Uros Stojanov. Síðsta kappingarár vóru teir saman við argentinska Elvio Gelmini teir drúgvastu á ÍF liðnum.
Undan jólum skrivaði eisini Pól Jákup Lundsbjerg undir nýggjan sáttmála. Pól Jákup Lundsbjerg, sum 22. desember fylti 23 ár, hevur spælt 55 dystir í bestu deildini. Síðsta kappingarár var hann síðstu ferð á liðnum ólavsøkudag, tá ið ÍF á útivølli ímóti TB á Tórsvølli vann 2-1. Síðani varð vongverjin í vinstru so illa skaddur, at hann ikki aftur var á besta liðnum. Nú er hann komin fyri seg og hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við barndómsfelagið, ið er tað einasta, sum hann hevur umboðað í bestu deildini.
32 ára gamli Karl Løkin hevur sambært faroesoccer.com spælt 301 ferðir í bestu deildini, og 22 ára gamli Gundur E. Petersen hevur spælt 98 landskappingardystir í bestu deildini.