Í nátt steðgaði løgreglan einum vørubili í Havn. Onkur hevði ringt at boða frá, at bilurin var horvin í Kollafirði og tí leitaði løgreglan eftir bilinum.
Og klokkan 01.30 í nátt varð bilurin so sæddur í Havn og varð steðgaður. Tað vísti seg, at tríggir ungir dreingir vóru í bilinum. Tey vóru allir undir 18 ár og eyðvitað høvdu teir so heldur ikki koyrikort.
Bilurin varð tikin av einum arbeiðsplássi og fyribils arbeiðir løgreglan út frá tí, at í hvussu so er tann eini drongurin, kendi til arbeiðsplássi og visti hvar lykilin var, so teir høvdu tikið lykilin og koyrt til Havnar.
Men løgreglan heldur eisini, at ætlanin var at seta bilin aftur upp á pláss, áðrenn nakar varnaðist stuldurin í morgun.
Teir tríggir verða nú skuldsettir fyri stuldurin, men løgreglan kannar nú eisini, um hetta kann vera hent fyrr.