Tað vóru tríggir heilt nýggir málskjúttar, tá ið Føroyar í kvøld í vinardysti í Marbella í Spania vunnu 4-0 ímóti Liktinstein. Hetta var áttanda ferðin, at Føroyar og Liktinstein spældu fótbóltslandsdyst, og hetta var áttanda ferðin, at Føroyar vunnu.
Pætur J. Petersen skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin økti fyrst Adrian Justinussen um munin til 3-0, og fram ímóti dystarenda staðfesti miðverjin Arnbjørn Svensson trivaliga 4-0 sigurin, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið. Hetta var fyrsta ferðin, at Arnbjørn Svensson var á landsliðnum. Hann varð skiftur inn, tá ið eitt korter restaði.
Dysturin í kvøld var altjóða skrásetti landsdystur nummar 239 hjá Føroyum. Í 2021 vunnu Føroyar á Tórsvølli 5-1 ímóti Liktinstein. Saman við tí sigrinum er 4-0 sigurin í kvøld tann størsti yvirhøvur, sum Føroyar hava vunnið. Sigurin í kvøld var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Føroyar vunnu 4-0.
Týskvøldið fara Føroyar at spæla ímóti Danmark á Brøndby stadion.
Liktinstein – Føroyar 0-4 (0-2)
0-1: Pætur J. Petersen 3.
0-2: Pætur J. Petersen 44.
0-3: Adrian Justinussen 49.
0-4: Arnbjørn Svensson 89.
Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen (Jann J. Benjaminsen, 46.), Bartal Wardum Arnbjørn Svensson, 75.)(, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (Daniel Johansen, 59.) – Adrian Justinussen, René Shaki Joensen (Mads Bo Mikkelsen, 57.), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen – Pætur J. Petersen (Hannes Agnarsson, 74.), Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 46.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Magnus Egilsson, Hørður Askham, Andrass Johansen, Sølvi Vatnhamar og Petur Knudsen
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze