Tríggir røðarar í Vestmanna

Aftur í ár verður arbeiðaradagurin hildin á Reyða Torginum í Vestmanna

Røðararnir eru frá vinstru, Øssur Winthereig, Magna Eliana Mørkøre og Marita Rasmussen
Áki Bertholdsen
27. apríl 2023 kl. 13:09

Mánadagin er 1. mai og tað er altjóða arbeiðaradagurin. Hann verður somuleiðis hildin ymsastaðni í Føroyum og í nøkur ár hava eisini vestmenningar hátíðarhildið dagin.

Tað gera teir aftur í ár og hátíðarhaldið verður aftur hesa ferð á tí, tey kalla Reyða Torgið.  

Hátíðarhaldið verður klokkan 16 og Røðarar verða Magna Eliana Mørkøre, sjúkrarøktarfrøðingur í VEKS, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni og Øssur Winthereig, journalistur.

Vestmanna Hornorkestur fer eisini at spæla og tá eftir røður og horntónleik, verður ein drekkamunnur í Arbeiðarafelagshúsinum beint við.

Tað eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum skipa fyri.