Pávin heitti herfyri á sínar sveisarahirðmenn um at lata seg koppseta. Hetta sýttu tríggir av teimum at gera, og eru farnir heim til hús, tí teir hava sagt seg úr starvi.
Tríggir aðrir hirðmenn eru samstundis fyribils koyrdir frá, tí teir ikki hava latið seg koppseta enn.
Frans pávi er heitur forsprákari fyri at fólk lata seg koppseta, og hevur áður eisini úttala seg, at hann ikki skilir, hví fólk ikki koppseta seg.
Um miðjan september segði pávin, at tey flestu í Vatikanríkinum vóru koppsett fyri koronu, men at tað var ein lítil bólkur, ið ikki hevði latið seg koppseta enn – sum mann royndi at “hjálpa”.
Sveisarahirðmenninir hava verið lívverjar hjá pávanum síðani 1506.
Fyri at gerast sveisarahirðfólk hjá pávanum, mást tú vera sveisiskur ríkisborgari, maður, praktiserandi katolikkur, ógiftur og millum 19 og 30 ár. Eisini skulu sveisarahirðmenninir hava drúgva hernaðarliga upplæring og binda seg til at vera í tænastu í minst 26 mánaðir.
(NTB)