Tríggir nýggir spælarar undir Mýruhjalla
Skála hevur styrkt seg við trimum nýggjum spælarum
Jóannes Hansen
25. juli 2024 kl. 08:55
Eftir stuttan summarsteðg er venjingin hjá besta mansliðnum undir Mýruhjalla aftur byrjað.
Í hópinum eru tríggir nýggjir leikarar lagstir aftrat. Emil Rosenberg úr AC Horsens, Atli D. Petersen úr NSÍ og Maxwell Effom, ið er leigaður úr 07 Vestur fyri restina av kappingarárinum.
Fyrsti dystur hjá liðnum verður sunnudagin 4. august í Gundadali ímóti HB, og venjingardystir verður móti EB/Streymi 27. juli undir Mýruhjalla.
Eftir 16 umfør er Skála á sjeynda plássi við 14 stigum.