Tríggir nýggir smittutilburðir: Størsti býur í Ný Sælandi letur aftur

Í Ný Sælandi verður sligið serstakliga hart niður á korona

Ari av Rana
15. februar 2021 kl. 11:35

Í Ný Sælandi taka tey ongar kjansir, tá talan er um koronasmittuna. Eftir at tríggir nýggir smittutilburðir vóru staðfestir í størsta býnum, Auckland, varð avgjørt at lata býin aftur í tríggjar dagar.

Jacinda Ardern, forsætisráðharri, boðaði í gjár frá, at teir 1,7 milliónir íbúgvarnir í Auckland skulu verða heim, og at skúlar og handlar, sum ikki selja neyðuga vøru, lata aftur.

Hesar tríggjar dagarnar býurin er afturlatin, fara myndugleikarnir at finna smittukelduna og gera eina meting um viðfangið av smittuni.

Tað vóru tríggir familjulimir, sum eru smittaðir, men enn er ikki vist hvussu tey eru tað. Tó er tað serliga mamman, sum er áhugaverd, tí at hon arbeiðir í flogferðsluvinnuni.

Har eru 5 milliónir íbúgvar í Ný Sælandi og higartil eru 25 fólk deyð har av koronusmittuni.