Tríggir Nato-minusóparar til Føroya í dag

Hesar næstu dagarnar verða teir at síggja ímillum oyggjarnar

Áki Bertholdsen
13. juni 2024 kl. 11:40

Í dag koma trígir minusóparar til Føroya. Landsstýrið sigur, at talan er um trý skip úr NATO-minusóparabólkinum SNMCMG1, sum stendur fyri Standing NATO Maritime Countermeasure Group One.

Talan er um eitt týskt, eitt franskt og eitt estiskt skip.

Bæði í dag, í morgin, fríggjadagin, og týsdagin, er væntandi, at skipini verða síggja ímillum oyggjarnar, har tey gera ymsar leitivenjingar og royna ymsa útgerð. útgerð.

Um vikuskiftið liggja tey trý skipini við bryggju í Havn. Onnur skip úr sama bólki vóru í Føroyum í fjør, sigur Landsstýrið.