Tríggir mans fingu bót fyri at vera ófantaligir

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið rættiliga friðarligt

Áki Bertholdsen
12. oktober 2024 kl. 10:20

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni. Tó hava tríggir mans fingið bót fyri at verða harðligir í síni framferð.

Longu seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at siga frá, at ein maður var so ólátaður, at hann var til ampa fyri onnur. Løgreglan sigur, at hann varð tikin við á støðina at sova rúsin av sær, men tá ið hann fór av løgreglustøðini aftur, var tað við eini bót upp á 1.500 krónur fyri at hava órógvað almenna friðin,

Ein annar maður varð eisini tikin við á støðina at sova rúsin av sær. Hann hevði verið harðligur ímóti øðrum, men kortini ikki so nógv, at. talan er um eitt mál um harðskap. Men tá ið hann fór av støðini aftur, fekk hann eina bót upp á 3.000 krónur fyri harðligan atburð.

Og ein maður afturat hevur sovið í brummuni í nakrar tímar. Hann hevði einki gjørt, men hann var bara so drukkin, at løgreglan mátti fáa hann undir tak á støðini at sova rúsin av sær.