Hetta vikuskiftið hevur løgreglan gjørt nakað burtur úr at kanna ferðsluna. Á miðdegi í gjár vóru tey í Runavík og Saltangará, á einum strekki, har tað bara er loyvt at koyra 30.
Har skal lítið til at fáa klipp í koyrikortið, ella at missa tað. Tann, sum er skrásettur fyri at kota 46 kilometrar um tíman, fær klipp og koyrir ein bilførari 51 kilometrar um tíman, missur hann koyrikortið treytað.
Upp á 40 minuttir vórðu tríggir bilførarar tiknir á hesum strekkinum. Ein varð skrásettur fyri at hava koyrt 46 kilometrar um tíman, so hann bjargaði sær akkurát eitt klipp í koyrikortið. Ein annar varð skrásettur fyri at koyra 50, so hann slapp akkurát undan at missa koyrikortið.
Og so koyrdi ein mitt ímillum. Men í sama viðfangi tók løgreglan eisini ein bilførara fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Men hesin bilførarin var ikki tann einasti, sum varð tikin hetta vikuskiftið fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum. Ein bilførari varð nevniliga eisini tikin í Havnini fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Tá ið løgeglan rannsakaðu hann, og bilin, funnu tey eisini eina minni nøgd av hassji, og útgerð til at roykja tað.
Tríggir aðrir bilørarar eru tiknir fyri at koyra við kenning, ein í Eysturoynni, ein í Norðstreymoy og ein í Havnini. Sostatt eru fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir.