Í gjár var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna í Vágum. Tey vóru í Sandvági, beint við Vágatunnilin og endamálið var fyrst og fremst at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.
Løgreglan sigur, at níggju bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir fingu allir bót, og nakrir fingu eisini klipp í koyrikortið.
Men serliga hjá tí eina bilføraranum varð hetta dýrt, tí hann koyrdi heilar 124 kilometrar um tíman, og sostatt missur hann koyrikortið treytað. Tí má hann taka tað umaftur, annars missur hann tað heilt. Harumframt fær hann eisini 3.000 krónur í bót.
Eisini í Havn varð ein bilførari tikin, men tað var fyri nakað heilt annað. Í Varðagøtu er tann skipanin, at táið skúlarnir byrja um morgunin, frá klokkan 7.30 til 8.30, er bara loyvt at koyra oman eftir Varðagøtu. Men í gjáramorgunin varð ein bilførari tikin fyri at koyra niðan eftir í hesum tíðarskeiðnum, og tað fær hann klipp í koyrikortið fyri.