21 spælarar hava í morgun fingið landsliðsboð at vera við í fyrstu dystunum í Nations League kappingini. Føroyar eru í bólki saman við Norðurmakedonia, Lettlandi og Armenia, og fyrsti dysturin verður á heimavølli ímóti Norðurmakedonia leygardagin 7. september klokkan 14.
Ætlanin er, at 24 spælarar skulu vera í hópinum, men venjarin segði á tíðindafundinum í morgun, at hann fer at bíða til eftir teir báðar dystirnar í annaðkvøld, áðrenn hann ger av, hvørjir teir síðstu tríggir á listanum fara at vera.
-Talan er um ein málverja, verjuspælara og miðvallara. Mattias H. Lamhauge er um at koma fyri seg eftir skaðasteðg. Vit bíða eftir at frætta, um hann er heilt klárur, sigur Håkan Ericson, sum fer at velja síðstu spælararnar, tá ið dystirnir í annaðkvøld NSÍ – HB og B36 – Víkingur eru av.
Teir 21, sum hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Málverjar
Teitur M. Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Verjan
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Jann J. Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Hillerød Danmark
Andrias Edmundsson, Wisla Plock Pólland
Hørður Askham, FC Roskilde Danmark
Samuel J. Chukwudi, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík Ísland
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Miðvallarar
Brandur Hendriksson, Frederikstad Norra
René Shaki Joensen, KÍ
Hanus Sørensen, HB
Adrian Justinussen, Hillerød Danmark
Meinhard E. Olsen, Mjøndalen IF Norra
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads B. Mikkelsen, KÍ
Álop
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi Norðurmakedónia
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ