Í gjárkvøldið vann Týskland 5-1 ímóti Skotlandi. Tað var í fyrsta dystinum í EM endaspælinum, sum er í Týsklandi.
Í dag er fyrsti stóri dagurin í EM endaspælinum. Tríggir dystir eru á skrá. Nú klokkan 14 hittast Ungarn og Sveis, klokkan 17 hittast Spania og Kroatia og í kvøld klokkan 20 hittast Italia og Albania.
Tá ið dagurin í dag verður liðugur, hava øll liðini í bólki A og bólki B spælt einaferð.
Ungarn var ein av heilt stóru fótbóltstjóðunum tann tíð tað var, og eftir tíðarskeið, har avrikini vóru lítið sannførandi og úrtøkan soltin, hevur Ungarn fótað sær. Tað sæst aftur í, at hetta er triðja ferðin á rað, at Ungarn er við í EM endaspælinum.
Fyri trimum árum síðani var tað púra óvæntað, at Sveis varpaði fronsku favorittarnar úr endaspælinum. Tað var í 1/8 finaluni, tá ið Sveis javnaði til 3-3 í síðsta minutti. Í brotssparkskappingini vann Sveis 5-4. Sveis tapti ¼ finaluna ímóti Spania, men hetta er besta úrslitið, sum Sveis hevur rokkið í endaspæli.
Síðani hevur tað ikki gingið heilt so væl. Í HM endaspælinum í 2022 tapti Sveis í 1/8 finaluni 6-1 ímóti Portugal, og í EM undankappingini var tað ikki so sannførandi. Tá vann Sveis fýra sigrar og spældi fimm ferðir javnt.