Tríggir dagstovnar í Tórshavnar kommunu afturat lata aftur í morgin

Nú rusk ikki verður heintað, er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Terji Nielsen
28. mai 2024 kl. 20:59

Raktu stovnarnir lata sostatt ikki upp í morgin. Stovnarnir lata upp aftur, tá rusk aftur verður tikið.

Tórshavnar kommuna hevur spurt seg fyri hjá heilsumyndugleikunum, og teir vísa á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.

Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.

Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta.

Stovnarnir, ið lata aftur í morgin eru:

Flatnagarður (vøggustova og barnagarður)

Frítíðarskúlin við Botnánna og Úthangið

Frítíðarskúlin í Hornabø