Mikudagin hevði Felagið, Blóðgevi, aðalfund. Á aðalfundinum fingu tríggir blóðgevarar gávu frá Felagnum tí teir høvdu latið blóð 75 ferðir. Teir tríggir eru: Tóri Nattestad, Kristian Dahl og Johan Poulsen.
Á aðalfundinum stóðu tríggjar nevndarlimir fyri vali, og teir vórðu allir afturvaldir. Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis. Formaður gjørdist Claus Reistrup. Joan Petersen gjørdist næstforkvinna, og Øssur S. Egholm kassameistari. Tóra Holm Jacobsen og Vilhelm í Skálanum eru nevmdarlimir.
Á myndini síggjast frá vinstru hesi: Joan Petersen, næstforkvinna í felagnum. Síðani Tóri Nattestad, Johan Poulsen og Kristian Dahl. Hesir tríggir fingu gávu frá Felagnum Blóðgeva. Til høgru stendur Claus Reistrup, formaður í felagnum.