Í gjár varð løgreglan á ferð í Eysturoynni og í Klaksvík og kannaði ferðsluna. Og úrslitið var at sjey bilførarar fingu bæði bót og klipp í koyrikortið.
Í Eysturoynni vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu og í Klaksvík vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri tað sama.
Men støðan er, at nú er revsingin fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan ein koyrir, herd, so umframt at fáa bót, kostar tað nú eisini eitt klipp í koyrikortið.
Í Klaksvík eru tey í ferð við ymiskt vegarbeiðið á Stangavegnum og í tí sambandi er vegurin gjørdur til einvegis veg á einum strekki.
Men tað gongur illa hjá bilførarum at venja seg við tað, tí løgreglan hevur veriå har í fleiri umførum og har eru fleiri bilførarar tiknir.
Aftur í gjár var løgreglan á Stangavegnum og aftur í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra øvugtan veg enn tann vegin, pílarnar vísti. Tað kostar teimum eina bót og klipp í koyrikortið.