Ein part av degnum í gjár brúkti løgreglan í Havn upp á at kanna ferðsluna, og tað gav eisini úrslit.
Løgreglan sigur, at tríggir bilførarar vórðu tiknir. Ein varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka og eina fær 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.
Og tann triði bilførarin fekk bót fyri eitt meiri sermerkt lógarbrot og tað var, at nummarpláturnar kundu ikki lesast.
Bilar skulu ikki bara hava nummarplátur, tí tað er nevniliga eisini skyldan hjá bilføraranum at trygga, at tær eru so mikið reinar, at tær kunnu lesast. Tað er heldur ikki lógligt at klistra ymiskt á nummarplátuna.
– Nummarpláturnar skulu vera sjónliga og lættlisnar og eru tær ikki tað, fær bilførarin 700 krónur í bót.
Annars varð ringt til løgregluna í gjár at melda, at ein súkkla var stolin. Løgreglan sigur, at í dag fara tey at kanna málið, eitt nú fara tey at kanna myndir frá vakmyndatólum fyri at vita um nakað er at síggja.