Sum heild hevur tað verið rættilig friðarligt hjá løgregluni í gjár og í nátt. Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna um ein bil, sum koyrdi á strekkinum úr Leynatunlinum oman ígjøgnum Kollafjarðardal. Tey, sum ringdu, søgdu, at koyringarlagið var so óstøðugt, at tey høvdu illgruna um, at bilførarin var ikki edrúur.
Tá ið løgreglan kom fram, var bilførarin farin inn á Effostøðina, men tað vísti seg, at hann var blanka edrúur.
Seinnpartin í gjár steðgaði ein bilur upp í Norðoyatunlinum. Koplingin fór, men hann stóð í fyrsta giri, so hann fekk koyrt út um - og tað gekk, hóast tað gekk seint.
Annars tók løgreglan eisini tríggjar bilfarar fyri at koyra ov skjótt. ein bilførari koyrdi 76 har tað var loyvt at koyra 50, so hann fær bót og klipp í klipp í koyrikortið.
Tveir bilførarar vórðu eisini tiknir í Norðoyatunlinum, og teir koyrdi so skjótt, at teir fingu báðir klipp í koyrikortið, oman á bótina.
Har er loyvt at koyra 80, men annar koyrdi yvir 100 og tað gevur bót og klipp. Hin varð máldur at koyra 112. Men løgreglan dregur nakað frá fyri ar eingin ivi skal vera og tí kom hann akkurát niður um 110, so hann bjargaði koyrikortinum á mállinjuni.
Nógvar húgvuveitslur hava verið runt umkring og í nátt fekk løgreglan eina heldur sjáldsama uppgáva. Fólk ringdu úr Hoyvík um ein fullan mann, sum gekk runt í havum har um vegir.
Tá ið løgreglan kom eftir manninum, vísti tað seg, at hann hevði verið í eini húgvuveitslu. Hann var farin út at svala sær á, men so fann hann ikki húsini aftur, har veitslan var.
Men so fingu løgreglufólkini hann upp á pláss aftur.