Ongi úrslit

Tríggir bilførarar fingu klipp - og ein fekk koyriforboð

Tilsamans vórðu seks bilførarar tiknir í gjár og í nátt - ein avdúkaði mes stum seg sjálvan

Áki Bertholdsen
16. februar kl. 12:30

Fleiri ferðir í gjár og í nátt var løgreglan eftir bilførarum, sum brutul lógina upp á ymsan máta.

Á miðdegi í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar á einum strekki í bygdum øki Kollafjørði har tað er loyvt at koyra 50.

Har fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman.

Og aftur í nátt gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Hoyvík, eisini tað var á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 50. Har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 89.

Vanliga hevði hann mist koyrikortið treytað og kundi hildið fram at koyrt, men skuldi kortini upp til nýggja koyriroynd.

Men hesin hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, og tá eru reglurnar nógv strangari, so í hesum føri fekk bilførarin koyriforboð.

Í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning einastaðni í Havn. Og í nátt varð ein bilførari afturat tikin fyri at koyra við kenning í Klubbagarðinum í Havn.

Har er trongligt, og kanska hevur eygamálið ikku verið tað besta, so hann rendir á ein annan bil, so hann avdúkaði seg sjálvan, tí løgreglan varð boðsend og tók bilføraran.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

Í gjár kl. 11:09

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Vilja senda trý landsstýrisfólk til hús

3. november kl. 15:31