Aftur í gjár var løgreglan á ferð við ferðmátaranum - og aftur hesa ferð vóru tey við Gøtugjógv. Har er bara loyvt at koyra 50, men tað er eitt strekki har tað ofta verður koyrt ov skjótt.
Í gjár var løgreglan við Gøtugjógv í tveir tímar seinnapartin og har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Og teir koyrdu alt ov skjótt, tí teir fingu allir klipp i koyrikortið. Teir koyrdu allir nakrar og 70 kilometrar um tíman so teir fáa eisini eina bót upp á 3.000 - 3.500 krónur í part.
Annars hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni. Tað var illsligt í veðrinum, so tað var ikki nógv fólk í býnum - men onkur hevðu kortini fingið so nógv innanborða, at hann kláraði seg ikki sjálvur, so løgreglan koyrdi hann til hús.
Annars var løgreglan eisini á fleiri skeinkistøðum fyri at kanna um alt var eftir forskriftunum og tað var tað. Í hesum sambandi hyggur løgreglan ofta eftir, um ung undir 18 ár eru inni at neyðútgongdir ikki eru blokeraðar, at neyðug skelti eru uppi, o.s.fr.