Tríggir bilførar ávirkaðir av rúsevnum

Løgreglan hevur kannað nógvar bilar í nátt

Áki Bertholdsen
31. mars 2024 kl. 09:13

Í nátt hevur løgreglan rættiliga verið úti um seg og kanna ferðsluna. Ì hesum sambandi vóru tey í Sanllydoynni, har 12 bilar vórðu steðgaðir. Men har var alt sum tað skuldi, allir bilførarar vóru edrúir og allir bilar vóru í lógligum standi, bæði hvat ljósum, dekkum, og øðrum, viðvíkti.

Tað sama var á Glyvrum, har 35 bilar vórðu kannaðir.

Men løgreglan steðgaði eisini øðrum bilfum, sum tey tilvildarliga komu fram á ímeðan tey koyrdu runt. Og tað var ikki til fánýtis, tí í nátt vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Tveir vórðu tiknir í Havn og ein í Norðoyggjum.

Blóðroynd er nú tikin av teimum fyri at staðfesta, hvussu nógv rúsevni tey høvdu í blóðinum og málini verða so avgreitt samsvarandi úrslitinum av tí.