Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá einum harmonikasamanstoyti á Sundi. Løgreglan sigur, at tríggir bilar vóru uppi í samanstoytinum og tveir av teimum fingu so stóran skaða, at kranabilur mátti eftir teimum og fáa teir burtur.
Eitt fólk, sum var í bilinum fekk onkrar smávegis snuddur og av trygdarávum fór tað á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Óhappið hendi tá ið ein bilur steðgaði fyri einumhvørju. Bilurin aftan fyri steðgaði eisini, men tann triði bilurin var anting alt ov nær, ella var førarin gáloysin. Av tí sama rendi hann upp í reyvina á bilinum framman fyri, sum so aftur varð skumpaður upp á reyvina á tí fremsta bilinum.
Løgreglan sigur, at tann aftasti bilførarin fær skyldina fyri óhappið, og tá ið skaði stendst av slíkum, fáa bilførarar vanliga eitt klipp í koyrikortið.
Men ein orsøk til, at hann ikki kláraði at steðga, var kanska tann, at hann koyrdi á uppslitnum dekkum, so tað fær bilførarin eisini bót fyri.