Tríggir av fýra monnum arbeiða í privatari vinnu

Tríggir av fýra monnum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. Tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá tí almenna

Jonhard Hammer
17. oktober 2024 kl. 11:18

Tríggir av fýra monnum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði.

Til samanberingar arbeiða minni enn 40 prosent av kvinnum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. 

Hetta vísa starvsfólkahagtølini fyri september, skrivar Hagstovan.

Í september vóru 29.584 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 231 fleiri samanborið við sama mánað árið fyri. Vøksturin er 0,8 prosent.

Í september arbeiddu um 16.800 starvsfólk, ella 56,6 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. Hini 43,4 prosentini, sum eru sløk 12.800 starvsfólk, arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Arbeiðsgevarar undir almennum ræði fevna um stovnar og almennar fyritøkur.  

Á leið tvær út av trimum kvinnum arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði og at tríggir út av fýra monnum arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði í september.