Í september vóru 29.584 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 231 fleiri samanborið við sama mánað árið fyri. Vøksturin er 0,8 prosent.
Tríggir av fýra monnum starvast undir privatum ræði
Í september arbeiddu um 16.800 starvsfólk, ella 56,6 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. Hini 43,4 prosentini, sum eru sløk 12.800 starvsfólk, arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Arbeiðsgevarar undir almennum ræði fevna um stovnar og almennar fyritøkur.
Á leið tvær út av trimum kvinnum arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði og at tríggir út av fýra monnum arbeiddu hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði í september.
Heilsu- og almannaverk hevur fingið flest starvsfólk afturat
Talvan niðanfyri samanber talið av starvsfólki í september við sama mánað árið fyri. Her sæst at "Heilsu- og almannaverk" hevði størsta vøkstur av starvsfólkum í tali meðan "El-, gass- og fjarhitaveiting" hevði størsta lutfalsliga vøkstur. Umvent hevði "Framleiðsluvinna" størstu minking av starvsfólkum í tali og "Søla, útleiga og umsiting av fastognum" hevði størstu lutfalsligu minking samanborið við árið fyri.
Starvsfólk hava í miðal 1,2 størv
Samanborið við september í fjør er talið av hjástørvum vaksið við 3,5 prosentum, meðan talið av arbeiðsgevarum er støðugt. Mátini um størv og arbeiðsgevarar eru greidd frá í kassanum niðanfyri greinina.
Miðaltali av størvum fyri hvørt starvsfólk liggur javnt á 1,2 størvum, og so var eisini í september.