Í dag verður farið undir annan triðing í ársins landskapping í fótbólti.
Tríggjar grannauppgerðir eru á skránni – HB – B36, 07 Vestur – EB/Streymur og Víkingur – NSÍ.
Víkingur er topplið, men tað er av álvara spenningur bæði í toppinum og botninum. HB hevur sama stigatal sum Víkingur, og KÍ er trý stig aftanfyri oddaliðini.
Serliga týdningarmikil er oyggjauppgerðin í Fuglafirði. Í fyrsta triðingi eydnaðist tað ikki at vinna fulla úrtøku hjá ÍF og B68, sum hava tvey stig. Fyri fáum døgum síðani endaði uppgerðin millum B68 og ÍF á Svangaskarði við málleysum javnleiki.
B36 hevur ikki vunnið fulla úrtøku, síðani Dan Brimsvík í 2020 tók við venjarastarvinum í B36. Fyri tveimum vikum síðani var tað tætt við, tá ið tað endaði við 2-1 HB sigri. B36 javnaði tíðliga í seinna hálvleiki til 1-1, og B36 hevði fleiri møguleikar at leggja seg á odda, áðrenn HB átta minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.
07 Vestur legði bragdliga fyri, men síðstu ferðirnar hevur tað verið meiri soltið. Ein av teimum trimum sigrunum í landskappingini var á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum fór av Dungasandi við 4-2 tapi. Tá ið liðini hittust við Margáir í steypakappingini vann EB/Streymur 5-0.
Oddaliðið Víkingur fær vitjan av NSÍ, sum í 9. umfari vísti sannførandi avrik og vann 4-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Mánakvøldið tapti Víkingur fyri fyrstu ferð í næstan eitt ár, tá ið tað endaði við 2-1 tapi í Klaksvík.
Síðsti dysturin í 10. umfari verður í annaðkvøld, tá ið Skála fær vitjan av KÍ.
Í dag:
ÍF – B68: Rúni Olsen kl. 15.00
Víkingur – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00
07 Vestur – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 15.00
HB – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00
Í morgin:
Skála – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 19.00
Víkingur | 9 | 8 | 0 | 1 | 25 | 6 | 24 |
HB | 9 | 8 | 0 | 1 | 20 | 6 | 24 |
KÍ | 9 | 7 | 0 | 2 | 19 | 7 | 21 |
NSÍ | 9 | 6 | 0 | 3 | 20 | 12 | 18 |
B36 | 9 | 4 | 2 | 3 | 16 | 13 | 14 |
07 Vestur | 9 | 3 | 2 | 4 | 11 | 17 | 11 |
Skála | 9 | 3 | 1 | 5 | 13 | 17 | 10 |
EB/Streymur | 9 | 1 | 1 | 7 | 10 | 17 | 4 |
B68 | 9 | 0 | 2 | 7 | 4 | 17 | 2 |
ÍF | 9 | 0 | 2 | 7 | 7 | 33 | 2 |