Triði og seinasti dagurin á G!
G! Festivalurin 2024 endar í kvøld
Ragnar Sjúrðarson
20. juli 2024 kl. 19:30
Seinasti dagurin á ársins G! festivali varð skotin í gongd longu klokkan 11.00 í morgun. Byrjað var við kirkju í Fjósinum og tekno joga á sandinum.
Fyri lítlari løtu síðani spældi ein tann best umtókti tónleikarin í Føroyum, Teitur Lassen á sandinum.
Klokkan 01.00 fer rappbólkurin Swangah á pall, og teir seinastu at spæla á G! 2024 vera üBERNörd, sum eru lidnir at spæla í Fjósinum klokkan 03.45.
Veðrið hevur verið grátt í Syðrugøtu í dag, men tað hevur fyri tað mesta verið turt, og sambært veðurforsøgnunum fer tað at halda sær restina av kvøldinum og út á náttina:
Skráin í dag: