Triðja umfar av Sement í kvøld

Í kvøld verður endaliga avgjørt, hvørjir bólkar vera við í finaluni í Sement 2022. Hesir bólkarnir spæla í kvøld: Amona, Dóttir, iKai, Marius DC, Tiger På Spring, Bláni og Impartial.

Kristian Waag Dam
23. apríl 2022 kl. 17:32

Í kvøld verður triðja og seinasta undanumfari í Sement í ár. Endaliga umfarið verður eisini óvanliga spennandi. Ikki tí, at hetta er endaliga undanumfari áðrenn finaluna, men tí at ikki minni enn sjey bólkar skulu spæla í kvøld. Av hesum sjey bólkunum sleppa tríggir víðari til finaluna.

Í hinum báðum undanumførinum hava fimm bólkar spælt, harav tveir bólkar eru komnir víðari í finaluna.Teir fýra bólkarnir sum longu eru í finaluni eru Sway, RSP, Dania O. Tausen og Daniel. Í kvøld verður avgjørt, hvørjir teir síðstu tríggir bólkarnir í finaluni vera. Finalan verður tann 30. apríl.

Tónleikurin, sum í kvøld verður at hoyra í Reinsarínum verður eins og hini kvøldini sera fjølbroyttur. Tað verður alt frá rapp til metal, tá konsertirnar byrja klokkan 20 í kvøld. Bólkarnir sum skulu spæla í kvøld eru Amona, Dóttir, iKai, Marius DC, Tiger På Spring, Bláni og Impartial.

Dyrnar í Reinsarínum lata upp klokkan 19:00 og framførslurnar byrja klokkan 20:00. Tiltakið verður haraftrat stroymt inni á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Bólkarnir sum í kvøld skulu spæla vera lýstir soleiðis inni á torsgota.fo:

Amona

Tað var gamalt, at tá eitt lag kann bera seg bara við gittara og rødd, so er talan um eitt gott lag. Og tað akkurát tey amboðini, sum Amona fer at brúka á Sement: Ein guitara og eina rødd.

Hóast Amona ikki kom í finaluna á Sement í 2021, so var Terji Rasmussen so mikið fascineraður av hennara rødd, at hann bjóðaði henni at taka upp ókeypis í hansara studio í Nólsoy. Og tá ein av okkara allarbestu sangskrivarum sær okkurt serligt í Amonu, so má tað vera okkurt um tað.

DÓTTIR

Tað er Súsanna Herálvsdóttir, sum er kvinnan handan DÓTTIR. Hon er ein danskur/føroyskur tónleikari, sum spælir alternativan rock blandað við mystikki.

Súsanna gav sítt fyrsta lag, Yellow Trees, út í 2014, sum førdi til eina rúgvu av konsertum. Í 2017 kom EPin ”Division” út í samstarv við Tutlm og í 2019 gav hon hennara fyrstu heildarútgávu “Seeker” út.

Seinasta ár endaði DÓTTIR í finaluni, og vit gleða okkum at uppliva hana aftur á Reinsarínum.

iKai

Tað var um várið í 2021, at iKai sá dagsins ljós. Og tað vóru Benjamin og Elin Maria, sum tóku stig til at stovna bólkin til Sement 2021.

Tá var tað meir instrumentalur tónleikur, sum ferðaist millum jazz, soul og hip hop. Hetta er broytt í 2022, tí nú er iKai ein indie bólkur, og so hava tey eisini fingið sær ein sangara til Sement 2022.

Marius DC

Marius DC kom brakandi inn á føroyska tónleikapallin, sum eitt av bestu og mest sjónligu nøvnunum í Sementkappingini í 2019.

Hetta var byrjanin til eitt ár hendingaríkt ár við trimum stakløgum og eini EP, ið høvdu við sær heiðurin ársins nýggja navn á Faroese Music Awards.

Hann vendir nú fyri 3. ferð aftur til Sement við einum bólki av frískum ungum tónleikarum og løgum, ið eru meira rá og ekta enn nakrantíð fyrr.

Tiger På Spring

Tann orkufulli party-punk bólkurin Tiger På Spring kann best lýsast við at tveita Talking Heads, Peter Gabriel og grunge í ein blendara. Síðani trýstir tú á on-knøttin og blandar alt saman í nøkur sekund og voila: Tú fært Tiger På Spring.

Hetta er tónleikur gvoovandi tónleikur við fangandi sangmelodium, sum øll kunnu syngja við til.

Í 2021 spældu Tiger På Spring 30 konsertir og fingu heitislagið í stuttfilminum “Vaskedag”, sum bleiv vístur á altjóða filmsfestivalinum OFF21. Ein filmur, sum eisini vann fleiri heiðurslønir.

Hetta var alt í Danmark, og nú sleppa vit at uppliva Tiger På Spring á Reinsarínum.

Bláni

Bólkurin Bláni varð bæði føddur og doyptur í sambandi við Sement. Eftir fleiri áheitanir hava limirnir nú endiliga tikið seg saman og eru til reiðar at spæla fyrstu konsertina nakrantíð á sement. Tónleikurin er djúpur, kensluborin og erligur og tekur støði í rokki við melodiskum riffum, borið av einum kassagittara og einum melankolskum huglagi.

Impartial

So er tíðin komin til teir tungu dreingirnir á Sement. Hetta er metal, sum ljóðar av tí føroyska veðurlagnum, sum er latið í melodiskan ham. Eitt ljóð, sum vísir styrki og eisini sorg.

Teir eru ikki heilt ókendir í tónleikakappingum, tí teir vunnu føroysku útgávuna av Wacken Metal Battle, og skulu umboða Føroyar á Wacken Metal Battle í Týsklandi. Hetta er somuleiðis heimsins størsti metal festivalur, men áðrenn alt tað, so leggja teir leiðina framvið Sement.

Kelda: torsgota.fo