Triðja prikið verður nú veruleiki í Danmark

Byrjað verður við starvsfólki í heilsu- og eldrageiranum umframt teimum, ið eru eldri enn 65 ár.

Steinar Patursson
15. oktober 2021 kl. 13:28

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri í Danmark, sigur í dag, at allir danskarar fara at fáa bjóðað eitt triðja koppsetingarprik fyri koronu.

Tað veit DR at siga.

Tað hevur leingi verið tosað um, hvørt tað er neyðugt við einum triðja priki, og nú er avgerðin tikin um at bjóða prikið út ti lallar danskarar.

Sambært ætlanini hjá donsku stjórnini fáa fólk í Danmark innbjóðing til triðja prikið seks mánaðir og 14 dagar eftir, at tey hava fingið annað prikið.

Hetta merkir sambært Heunicke eisini, at longu í næstu viku verða innbjóðingar sendar út til í fyrsta lagi tey, ið eru yvir 65, og starvsfólk, ið arbeiða í heilsu- og eldrageiranum. Eisini fáa tey, ið hava niðursetta immunverju innbjóðing í næstum.

Á ellis- og røktarheimum eru tey longu farin í gongd við triðja prikið. Tað arbeiðið fór í gongd í september mánaði.

Við DR sigur Heunicke, at hjá teimum, ið eru gomul ella hava niðursetta immunverju, byrjar virknið av koronukoppsetingin at vikna eftir seks mánaðir.

Við in.fo sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, at hann væntar, at sama avgerð fer at verða tikin í Føroyum.