Fyrst var tað Pfizer/BioNTech, síðani AstraZeneca og nú er tað Moderna. Fyritøkurnar, sum hava gjørt avtalu við ES um veiting av koppingarevni móti korona, megna ikki at halda avtalurnar.
Seinasta i røðini er amerikanska Moderna, sum menti ta næsta koppingarevnið, sum varð góðkent. Moderna hevur boðað frá, at fyritøkan ikki megnar at veita eins nógv koppingarevni til Danmarkar í næstu viku, sum upprunaliga avtalað. Ístaðin fyri 15.600 skamtar, megnar fyritøkan bert at veita 13.200 skamtar í komandi viku.
Triðja fyritøkan, sum boðar frá minni veiting
Fyri viku síðani boðaði AstraZeneca frá, at fyritøkan bert megnaði at veita áleið helvtina av koppsetingarevninum, sum annars avtalað skuldi veitast í fyrstu sendingunum. Koppsetingarevnið hjá AstraZeneca er enn ikki góðkent, men tað verður væntandi seinni í dag.
AstraZeneca sigur, at trupulleikarnir við veiting skyldast, at har hava verið trupulleikar við framleiðsluni á einum virki, sum framleiðir til evropeisku londini.
Pfizer/BioNTech, sum var fyrsta fyritøkan við góðkendum koppingarevni, hevur eisini havt trupulleikar við at halda avtalur um veiting.