Treystitalið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, minkar.
Tað er serliga í handils- og tænastuvinnunum at minni bjartskygni er at hóma. Byggivinnan hevur hinvegin framvegis góðar vónir. Støðan og metingar hjá húsarhaldunum eru óbroyttar.
Treystitalið er nú -1, sum er væl niðan fyri langtíðar miðal á 17.
Tað er serliga treystið í handils- og tænastuvinnunum, ið minkar. Ávísin fyri tilfeingis- og ídnaðarvinnurnar, sum í høvuðsheitum er fiski- og alivinnan, fellur eisini.
Treystið í byggivinnuni er hinvegin framvegis stórt.
Ávísin fyri húsarhaldini er á sama stigi sum til seinastu kanning. Húsarhaldini vænta fíggjarligu støðu teirra eitt lítið vet betri komandi árið, men tey vænta sær hóast tað ikki at gera størri keyp komandi árið.