Treystaleikir vera í næsta mánaði

Felagið fyri frælsan ítrótt í Klaksvík bjóðar teimum 7 til 13 ára gomlu at royna alskyns frælsan ítrótt í eina viku

Jóannes Hansen
26. juni 2023 kl. 22:27

Miðskeiðis í juli mánað vera tað Treystaleikir 2023 í Klaksvík. Tað er felagið í Klaksvík hjá teimum, ið íðka frælsan ítrótt, Treysti, sum bjóðar øllum 7 til 13 ára gomlum at royna alskyns frælsan ítrótt í eina viku. Leisturin minnir nógv um soleiðis, sum fótbóltsskúlarnir eru skipaðir, men nú snýr tað seg altso um frælsan ítrótt.

Tað verður í døgunum 17. til 21. juli, at hetta tiltakið verður á skrá. Talan verður um eina viku við stuttleika, leiki, venjing og kapping á Guttabreyt, siga tey í felagnum Treysti. Guttabreyt er nýggja ítróttarøkið sunnanfyri fótbóltsvøllin og eystanfyri svimjihøllina í Klaksvík. Almenna navnið er vøllurin við Másaheyg, men tey í Treysti nevna vøllin Guttabreyt. Tey ynskja á tann hátt at æra minnið um Guttorm Sørensen, sála, sum var eldsálin í felagnum.

Um vikuna við frælsum ítrótti í Klaksvík í døgunum 17. til 21. Juli siga tey í Treysti soleiðis:

Fyri fyrstu ferð bjóðar Treysti tær møguleikan at royna alskyns greinar innan frælsan ítrótt í eina viku: lop, kast, renning, rimarenning og boðrenning.

Børnini fáa skreytblað síðsta dagin við úrslitunum, ið tey hava fingið.

Á middegi verður máltíð at fáa, og síðani frukt og drekka, áðrenn børnini fara heim. Á heimasíðuni treysti.fo ber tað til at melda til, og seinasta freist er 1. juli, verður upplýst á heimasíðuni treysti.fo, har tað eisini ber til at lesa um kostnaðin, og hvat fæst fyri pengarnar.