Í dag vardi Tráin Petursson Nónklett ph.d.-ritgerð sína "Vitan og stríð og stríð um vitan, ein kanning av føroyskari fiskiveiðufyrisiting, fiski og fiskifrøðingum, 1950-1977".
Høvuðsvegleiðari var Erling Isholm, lektari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, og hjálparvegleiðari var Bo Fritzbøger, lektari á Keypmannahavnar Universiteti.
Dómsnevndin var mannað av Erlandi Viberg Joensen, lektara í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, sum var formaður, Guðna Thorlacius Jóhannesson, professara í søgu á Háskóla Íslands og Kåre Nolde Nielsen, sum er granskari og ph.d í samfelagsvísindum á Norges Arktiske Universitet.
Dómsnevndin helt, at Tráin hevði umfatandi empiriskt tilfar, og at hann hevur gjørt eitt stórt og tydningarmikið arbeiði viðvíkjandi fiskiveiðufyrisiting í praksis. Nevnt varð eisini, at úrslitini hjá Tráini eiga bæði at hava almennan og granskingarligan áhuga - eisini í grannalondum.
Hendan ph.d.-verkætlanin fevnir um tíðarskeiðið frá 1950 til 1977, og semja var um, at tíðarskeiðið eftir 1977 eisini eigur at verða granskað.
Vit ynskja Tráðini hjartaliga til lukku við góðu verjuni og ph.d.-heitinum!
Lesið meira um virksemið hjá Tráini og hansara granskingarverkætlan her.