Toskakvotan á Flemish Kap hækkar

Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt 2.819 tons, samanborið við 2.617 tons í 2024

fisk.fo
28. september 2024 kl. 13:59

Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) varð hildin í Halifax í Kanada í døgunum 23.-27. september 2024.

Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi seinnu árini, síðani latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðutrýst. Tó ynsktu summi limalond at áseta eitt lægri MLV (mest loyvda veiða) enn undanfarna ár, og eitt lægri veiðitrýst, enn NAFO-Vísindaráðið mældi til. Tó eydnaðist tað, í tráð við vísindaliga tilmælið, at semjast um at eina hækking, og MLV varð ásett til 12.613 tons fyri 2025. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt 2.819 tons, samanborið við 2.617 tons í 2024. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 188 tons og fyri kongafisk 69 tons.

Kanada hevur somuleiðis latið uppaftur fyri fiskiskapi eftir toski á Grand Bank, har veiðubann hevur verið síðani 1993. Kanada hevur eina kvotu á 95% av MLV. Semja var um at lata toskastovnin koma fyri seg komandi árini og ein kvota varð ásett til hini limalondini, sum í fyrstu atløgu er best egnað sum hjáveiða. Føroyar fáa eina kvotu uppá 20 tons á 3L.

Rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank hava trupult við at koma fyri seg. Veiðibann hevur verið síðani 2022 og limalondini vóru samd um, at halda á fram við veiðubanninum, eins og Vísindaráðið mældi til. Rækjurnar á Flemish Kap verða umsitnar við fiskidøgum. Vísindaráðið hevur í fleiri ár mælt til at fara frá fiskidagaskipanini, tí hon elvir til eitt ov høgt veiðutrýst. Ein nýggj skipan við kvotum og MLV hevur javnan verið umrødd, og ein serstakur rækjufundur var í 2023 um at fara frá fiskidøgum til kvotur og MLV fyri rækjur, men tað bar ikki á mál at finna semju.

Føroysk skip hava í 2021-2023 gjørt línuroyndir á Flemish Kap. Endamálið við royndunum er at fáa meira vitan um toskastovnin, frá øðrum enn yvirlitstrolingum. Havstovan legði fram fyri Vísindaráðnum um eina endurskoðaða mannagongd, umframt hvussu royndirnar fara at verða skipaðar. Vísindaráðið góðkendi mannagongdina sum vísindaliga.

Føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Vørn, Havstovuni og vinnuni.

NAFO

NAFO er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar eru limur í NAFO, tí Føroyar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og rækjur í havøkinum, sum NAFO umsitur. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%.
Á ársfundinum verður støða tikin til mest loyvdu veiðu, stytt MLV, fyri tey fiskasløg, sum eru í NAFO økinum. Hetta verður gjørt við støði í vísindaligu tilmælunum frá NAFO-Vísindaráðnum. Eisini verða onnur mál viðgjørd, eitt nú eftirlit, økisfriðingar, frágreiðingar og uppskot frá sáttmálapørtunum.