Sambært listakønum vantar skikkað listaráðgeving í samband við almennar myndlistabíleggingar og -prýðingar. Tiskil hevur danski ríkislistagrunnurin, Statens Kunstfond, tikið stig til ábøtur. Hetta áttu vit eisini at gjørt í Føroyum.
Søren Taaning, formaður í Legatudvag for Billedekunst, sum er stuðulsnevndin fyri myndlist hjá Statens Kunsfond, sigur, at tað leingi hevur verið tørvur á eini meiri greiðari fatan av, hvussu Statens Kunstfond býtir listaráðgevingina út og til hvønn. Danskir byggiharrar eftirspyrja, at størri dentur verður lagdur á teir ávísu førleikarnir, ein sum listaráðgevi skal hava, umframt, at tørvurin á eini savnaðari skráseting og miðling av almennari list er alsamt vaksandi.
Danir bøta um listaráðgevingina
Tískil er Statens Kunstfond nú farin undir at seta eina listaráðgeving á stovn, sum skal tryggja einsháttaða ráðgeving, eina savnaða skráseting og miðling av listini, soleiðis, at hon verður listfakliga skikkað. Ætlanin er at hava tíggju væl skikkaðar listaráðgevar, sum teirra vegna, kunnu veita alennum byggiharrum dygdargóða listaráðgeving.
Áður hevur Statens Kunstfond, ið hevur til uppgávu at veita alennum byggiharrum listaráðgeving, tilnevnt ein listaráðgeva, ið fær beinleiðis tilknýti til hesar byggiharrar. Ætlanin er nú at bøta um hesa listaráðgeving á tann hátt, at listaráðgevararnir framyvir verða grundfestir hjá Statens Kunstfond. Her fara teir eitt innleiðsluskeið, eina áhaldandi førleikamenning og yrkissparring til tess at tryggja yrkisdugnaskapin, eina einsháttaða raðgeving og eina savnan og deiling av vitan og royndum tvørtur um byggiharrarnar.
Tað fer at verða gjørligt hjá almennum byggiharrum at velja ein listaráðgeva burtur úr hópinum, ið teir meta hóskar best til tað ávísu verkætlanina. Hetta gevur nýggju skipanini smidleika og betri møguleika at gagnnýta førleikarnar.
Kommunuskattaborgarin í Føroyum skal tryggjast dygdargóða listprýðing
Danskir byggiharrar eru pliktaðir at seta pening av til list og leita sær listaráðgeving hjá Statens Kunstfond, áðrenn avgerð verður tikin um hvørt og hvussu byggjaríið skal listprýðast. Søren Taaning er sannførdur um, at tað tískil er týdningarmikið at skapa eitt savnað yvirlit yvir, hvat vit sum borgarir fáa fyri pengarnar og at fortelja um listina.
- Henda uppgáva í dag liggur hjá tí einstaka byggiharranum og verður raðfest sera ymiskt.
Í Føroyum hava fleiri kommunur, millum annað Tórshavnar kommuna, Eysturoyar kommuna og Klaksvíkar kommuna eisini samtykt, at áseta ein ávísan prosentpart av byggikostnaðinum til listprýðing. Sambært reglugerð hjá Tórshavnar kommunu, hevur kommunan síðani 2007 sett 1,5% av buyggikostnaðinum av til listprýðng av nýggjum bygningum hjá kommununi. Tórshavnar kommuna, hevur sett ein Listabólk at umsita hesa skipan.
Hóast hesin Listabólkur helst hevur listarligu góðskuna í huga, krevur almenna listaráðgevingin í Føroyum, sambært Kinnu Poulsen, eisini ábøtur. Kinna Poulsen, sum er rithøvundur, listaummælari og lektari á Glasi heldur, at vit í Føroyum áttu at bøtt um listaráðgevingina á sama hátt sum Statens Kunstfond er farin undir at gera. Á Facebook vanga hennara skrivar hon soleiðis: Okkum tørvar eina listaráðgeving, sum skal tryggja, at almenningurin fær bestu dygd fyri íløgurnar.
Í telefonsamrøðu leggur Kinna afturat:
- Summastaðni verða vánalig verk hongd upp, eitt nú í Løgtinginum, sum ikki eru listfakliga skikkaði. Hetta haldi eg eri tekin uppá, at man manglar at leita sær listaliga ráðgeving. Summi halda tað vera í lagi, og at løgtingsfólkini sjálvi skulu sleppa at velja. Men tá talan er um almennar íløgur, haldi eg, at tann listarliga dygdin eigur at verða tryggjað. Tí skuldi man kanska sett eina slíka listaráðgeving á stovn í Føroyum.