Tórur Mortensen vann um vikuskifti fyri fjórðu ferð danska meistaraheiti innandura fyri vaksin í trýstøkk.
Gongdin hjá Tóri hevur verið svingandi í vetur, tí eftir at hava lopið sera væl millum annað við støðugt at leypa útum 15 metra strikuna við stuttari atrenning, komu ein røð av smærri skaðum, sum hava darvað hann nú kappingarnar hava verið.
Hann valdi tó, saman við venjarunum Lars Nielsen, at luttaka í inni-DM, hóast hann fekk ein vødda-skaða í forlærið fýra dagar undan kappingini.
Tórur var styrkismettur fremst í kappingini, men tað byrjaði tó ikki optimalt, tí fyrstu tvey lopini miseydnaðust, og hann stóð sostatt uttan úrslit tá triðja umfarð fór í gongd. Nú bar til. Hann var eitt sindur varðin í atrenningini, men leyp stabilt og kom út á 14,68 metrar, og legði seg harvið á fyrsta pláss.
Tað sást, at skaðin darvaði, tí hann kom haltandi úr sandgryvjini. Fjórða lopið miseydnaðist, men nú tyktist, sum Tórur hevði funnið ein máta at leypa hóast skaðan, tí í fimta kom hann út á 14,77 metrar, og í fimta heilt út á 15,05 metrar.
Harvið endurvann hann DM við at leypa næstan ein metur longri enn tann næstbesti.
Hetta var síðsta kapping hjá Tórur í vetur, so nú verður fari í gongd við at byggja uppaftur til kappingarnar í summar, har millum annað oyggjaleikir eru á skrá.