Ongi úrslit

Tórshavnr býráð: Tað er nokk av grind í Havn í løtuni

Tað er skeivt at siga, at býráðið ikki vil, at havnarfólk skulu fáa grind

Áki Bertholdsen
17 tímar síðan

Tað er skeivt at siga, at Tórshavnar kommuna ikki er áhugað í, at havnarfólk skulu fáa gind.

Tað sigur býráðið í eini almennari fráboðan.

Stór grind er í Fuglafjørði og Tórshavnar Býráð fekk í boði at fáa 100 hvalir, men tey tóku ikki av.

Tað hevur elvt til øsing, eisini millum býráðslimir í minnilutanum, eitt nú Kára Johansen og Birgir Nielsen.

Hinvegin eru nøkur farin til Fuglafjarðar av sínum eintingum eftir grind: Eitt nú hava argjafólk fingið fatur á 10 hvalum,

Men nú greiðir býráðið frá, hvussu tey mettu støðuna.

Býráðið sigur:

Tórshavnar kommuna fekk seint leygarkvøldið 13. september í boði at fáa burtur av stóru grindini, sum legði beinini í Fuglafirði sama dag.

Eftir at umsitingin hevði umrøtt málið varð mælt frá at taka grind til Tórshavnar kommunu á hesum sinni, og borgarstjórin varð kunnaður um hetta.

Fyri góðum trimum vikum síðan legði ein grind beinini í Sandagerði. Ein lítil grind, men framvegis eitt hálvt skinn í part til grindamenninar.

Fyrr í summar hevur kommunan eisini fingið burtur av tveimum øðrum grindum í ávikavist Leynum og í Sundalagnum, sum nøkta tørvin hjá ellis- og røktarheimunum í kommununi, umframt at bygdirnar fyri vestan, Kollafjørður og Kaldbak fingu heimapartar.

Út frá hesum varð mett, at kommunan sum er hevur nóg mikið av grind.

At flyta stórt tal av hvali til Havnar eina sunnunátt krevur nógv fólk og flutning.

At siga, at Tórshavnar kommuna er ikki áhugað í at fáa grind, er skeivt.

Kommunan gleðist eisini um, at fólk av sínum eintingum eru farin til Fuglafjarðar eftir grind. Í hesum sambandi ger kommunan eitt øki vestast á Vónakeiini klárt, so fólk kunnu koma har við hvalunum at skera upp.

Eisini ber til at koma við rovunum har eftirfylgjandi, um skorið verður upp aðrastaðni. Rovini verða síðani sleipað haðani til havs.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

Í gjár kl. 15:42

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

8. sepember kl. 12:57

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45