Seinastu nógvu árini hevur Tórshavnar Manskór skipað fyri einari stórari jólakonsert í Vesturkirkjuni fyrst í desember. Jólakonsertin hevur verið annað av tveimum stórum tiltøkum hjá manskórinum, og tí hevur vanliga verið gjørt nógv burtur úr júst hesari konsertini, sum hevur verið hildin saman við ymiskum gestakórum og solistum.
Í ár verður einki undantak í so máta. Heldur tvørturímóti, tí hesa ferð verður skipað fyri einari heilari konsertrøð saman við einum av allarbestu manskórunum í Íslandi, kanska tí allarbesta av teimum øllum, nevniliga Karlakóri Reykjavíkur.
Íalt fara kórini at hava seks konsertir, tríggjar í Føroyum og tríggjar í Íslandi. Konsertrøðin byrjar í Føroyum, har tann fyrsta verður í Lívdini í Hoyvík leygardagin 3. desember klokkan 17, tann næsta verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum sunnudagin 4. desember klokkan 16, og tann triðja verður í Vesturkirkjuni til “vanliga tíð” sunnukvøldið 4. desember klokkan 19.30. Vikuskiftið eftir hava kórini tríggjar konsertir í Hallgrímskirkuni í Reykjavík.
Vinabandið millum kórini gongur langt aftur. Fyrstu ferð kórini sungu saman var, tá Tórshavnar Manskór var á ferð í Íslandi í 1993, og síðan hava kórini sungið saman í Føroyum í 1995, í Íslandi í 2005, í Føroyum í 2007 og í 2012 og so aftur nú, tíggju ár seinni, í 2022.
Karlakór Reykjavíkur hevur havt nógvar konsertir millum ár og dag, og givið nógvar fløgur út. Og í 2026 kann kórið hátíðarhalda 100 ára stovningardagin.
Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1986 og er tí 60 ár yngri enn vitjandi kórið, men er í dag eitt av teimum heilt stóru kórunum í landinum. Tilgongdin hevur verið sera stór í seinastuni og til hesar konsertirnar telur kórið millum 50 og 60 mans. Karlakór Reykjavíkur telur eisini umleið 60 mans til hesar konsertirnar og tað vil siga, at tá kórini syngja saman sleppa áhoyrararnir at hoyra 120 mans á palli samstundis.
Skráin, sum er fjølbroytt, er skrúvað soleiðis saman, at kórini byrja hvør sær og enda síðan konsertina saman. Kórleiðarar vera Bjarni Restorff, sum stjórnar Tórshavnar Manskóri, og Friðrik S. Kristinsson, sum stjórnar Karlakóri Reykjavíkur.
Atgongumerki til konsertina í Lívdini leygardagin 3. desember vera at fáa á atgongumerki.fo í næstum.