Tórshavnar kommuna yvirtekur Skansabryggjuna

Á middegi í dag handaði J&K Petersen útbyggingina av Skansabryggjuni í Havn til Tórshavnar havn

(Mynd: Tórshavnar kommuna).
Kristian Waag Dam
28. desember 2022 kl. 16:53

Á middegi í dag handaði J&K Petersen útbyggingina av Skansabryggjuni í Havn til Tórshavnar havn. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í tíðindaskrivi.

- Arbeiðið at útbyggja Skansabryggjuni byrjaði í 2016. J&K Petersen hevur verið høvuðsarbeiðstakari.

Arbeiðið hjá J&K Petersen fevndi um gerð av umleið 1000 m av nýggjum brimgarði, spunskai, bryggjuøki og ymsum tekniskum installatiónum.

Við hesi útbyggingini hevur Tórshavnar havn fingið umleið 900 m av kajkanti við 15 metra dýpi. Bryggjuøkið á Skansabryggjuni er vaksið við umleið 95.000 m2, soleiðis at tað í dag er umleið 157.000 m2 stórt.

Til arbeiðið eru farin umleið 3,4 milliónir m3 av gróti, ið eru førd inn við grótbáti frá grótbrotinum á Glyvursnesi.

Samlaða játtanin til arbeiðið er 535 milliónir krónur, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.Høvuðsmyndin frá vinstru: Arnbjørn Kristiansen, verkfrøðingur, Tórshavnar havn, Kári Johansen, formaður í havnanevndini í Tórshavnar kommunu, Eyðfinn Lenvig, projektleiðari, J&K Petersen, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavnar kommuna, Jan Odmarsson, byggileiðari, LBF, Sigtór A. Petersen, stjóri, J&K Petersen og Bárður Michelsen, virkandi havnameistari, Tórshavnar havn.

(Mynd: Tórshavnar kommuna).