Tórshavnar Kommuna vísir samhuga fyri Ukraina

Fríggjadagin 24. februar er eitt ár síðan, at Russland gjørdi innrás í Ukraina. Í tí sambandi fer Ukraina at seta sín dám á høvuðsstaðin

(Mynd: Tórshavnar Kommuna)
Ragnar Sjúrðarson
22. februar 2023 kl. 18:11

Komandi fríggjadag er eitt ár síðan, at Russland leyp á Ukraina við tí fyri eyga, at yvirtaka landið.

Tí verður fríggjadagurin 24. februar ein heilt serligur dagur, tí enn er Ukraina á heimskortinum og størsti parturin av vesturheiminum hevur veruliga staðið saman um ukrainsku fælsishetjurnar.

Eisini í Tórshavnar Kommunu fer samhugin fyri ukrainum, at merkja dagin.

Tórshavnar kommuna fer at flagga við ukrainska flagginum á Vaglinum og í skýmingini verða ljós við ukrainsku flagglitunum at síggja í Steinatúni og á Vaglinum.

Marjun Lómaklett prestur, fer at hava eina bønargudstænastu, sum Vesturkirkjan verður karmur um, har fólk fáa møguleikan at tendra eitt ljós, minnast og biðja saman.

Bønargudstænastan byrjar kl. 19 og aftaná verður ein drekkamunnur. Gudstænastan verður týdd til ukrainskt og er fyri øll.

Tórshavnar Kommuna hevur tikið í móti 85 flóttum úr Ukraina hetta seinasta árið. 27 av flóttunum eru børn, og meginparturin av teimum eru byrjaði á dagstovni ella í skúla í kommununi.